Eitt stormlágtrýst beint í ein útsynning úr Føroyum flytir seg í nátt eystureftir og eitt annað lágtrýst væntast fríggjakvøld og nátt til leygardag at fara framvið Føroyum úr einum útsynningi. Brúgvaløg geva regn og nógvan vind um Føroyar. Síðani streymar køld luft við ælingin inn yvir Føroyar úr vestri og útnyrðingi.
Sunnudagin fer enn eitt brúgvalag framvið við regni, men ikki so nógvum vindi. Mánadagin fer eitt stormlágtrýst framvið í ein útnyrðing úr Føroyum og týsdagin fylgir ein kaldur útnyrðingsstreymur við vetrarælum, sum minka nakað mikudagin.
Veðurvánirnar fríggjadagin:
Stívt andøvsgul upp í ein strúk av vindi úr útnyðringi ella vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum snarar móti útsynningi og suðri seinnapartin og minkar til eitt gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Sólarglottar, men okkurt æli. Fríggjakvøldið snarar vindurin í ein landsynning og veksur til strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið. Skýggjað og sum frá líður regn. Hitin alt samdøgrið umleið 5 stig.
Leygardagin:
Fyrst skýggjða við regni ella ælaveðri, men seinnapartin klárar í, tó okkurt æli, partvís við vátaslettingi ella heglingi. Strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 20 metrar um sekundið, sum minkar til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Um kvøldið og náttina samdrigið og ælingur, partvís við vátaslettingi ella heglingi. Strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, eina løtu stormur, 23 metrar um sekundið. Hitin alt samdøgrið um 5 stig.
Sunnudagin:
Samdrigið luft og ælingur, partvís við kava ella heglingi. Vindurin minkar til andøvsgul upp í ein strúk úr útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið og snarar seinnapartin ella um kvøldið til sunnan. Hitin millum eitt og fimm stig. Um kvøldið og skýggjað og regn, kanska vátaslettingur, úr útsynningi, men so klárar í. Seinni á nátt hvassur vindur upp í skrið úr landsynningi ella suðri, 15 til 20 metrar um sekundið, og regn úr útsynningi. Hitin millum 4 og 7 stig.
Mánadagin:
Fyrst skýggjað og regn og strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og suðri, 13 til 20 metrar um sekundið. Seinni samdrigið og ælingur, partvís vátaslettingur ella heglingur. Hvassur vindur til hvassan storm úr ústynningi, 18 til 25 metrar um sekundið, um náttina minkar hann vindin til stívt andøsvgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Hitin fellur til millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Týsdagin:
Samdrigið og ælingur, partvís við vátaslettingi ella heglingi og hvassur vindur av útsynningi og vestri, 15 til 20 metrar um sekundið. Um kvøldið minkar hann vindin til strúkur í vindið upp í skrið 13 til 18 metrar um sekundið. Hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina enn ælingur, partvís við vátaslettingi og heglingi og stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr vestri og útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Hitin millum frostmarkið og 4 stig.
Mikudagin:
Andøvsgul upp í in strúk av vestri og útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum minkar til gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið við vátaslettingi ella kavaælingi og hitin um frostmarkið.