Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, boðar frá sera nógvum vindi alla vikuna.
Í kvøld og í annaðkvøld verður stormur, meðan tað restina av vikuni verður hvassur vindur upp í skrið.
Mikudagin seinnapart veksur hann vindin upp í storm av landsynningi og regn. Um kvøldið snarar hann í útsynning og minkar vindin nakað og ælingur. Hitin millum fimm og átta stig.
Hósdagin verður hvassur vindur upp í skrið av útsynningi, um kvøldið upp í storm. Kavaælingur og hitalagið millum minus fýra og minus eitt stig.
Fríggjadagin verður hvassur vindur upp í skrið av vestri og útnyrðingi og kavaælingur. Hitalagið millum minus tvey og pluss eitt stig.
Leygardagin verður upp í hvassan vind av útsynningi, sunnudagin upp í hvassan vind av landnyrðingi. Ælingur, partvís kavi og hitalagið um frostmarkið.