Nógvur vindur og vátt

Petur Skeel, veðurfrøðingur sær ikki nógvar góðveðursglottar á veðurkortinum komandi dagarnar.

Petur Skeel, veðurfrøðingur sær ikki nógvar góðveðursglottar á veðurkortinum komandi dagarnar. Tað letur til at komandi dagarnir vera vátir, kaldir og fullir av vindi 

 

Seinnapartin í dag verður hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og ælingur. Leygardagin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av útnyrðingi og yvirhøvur turt, men um kvøldið hvassur vindur av útsynningi og regn.

 

Sunnudagin øtlar hann veðrið, tá verður upp í storm av útsynningi og ælingur. Mánadagin minkar hann vindin til strúk í vindi av vestri og turt, men týsdagin verður aftur upp í skrið av útsynningi og ælingur. 

 

Hitin allar dagarnar verður millum eitt og seks stig.