Hóast tað var rættiliga nógvur vindur kring landið í gjár, so hevur vindurin ikki gjørt stórvegis skaða.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir nevniliga, at tey einans hava fingið eina fráboðan um vindskaða seinasta døgnið.
Tað var í Vági, har ein húsaklædningur var um at loysna um hálvgum átta tíðina í gjárkvøldið.
Vanliga eru tað bjargingarfeløgini, ið fara út til slíkar fráboðanir, men vegna ósemju um tryggingarviðurskiftir eru tey enn í verkfall. Sostatt var tað sløkkiliðið, ið varð boðsent og fingu tey skjótt tamarhald á støðuni.

Nógvur vindur men fáir skaðar





