Fleiri brúgvaløg við regni og vindi koma komandi dagarnar inn yvir Føroyar av suðri og útsynningi.
Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, men sum frá líður snarar hann í ein útnyrðing og norðan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður og hitin fellur til millum 4 og 8 stig. Leygarnáttina snarar hann í ein eystan og landsynning og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til13 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn av suðri. Hitin millum 3 og 7 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum um náttina øtlar upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á, men út á kvøldið ælaveður, møguliga við vátaslettingi ella kava. Hitin millum 6 og 9 stig, um náttina niður í 3 stig.
Mánadagin verður fyrst gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 m/s, men seinnapartin verður sum frá líður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi og suðri, 13 til 18 m/s, í støðum upp í storm, 20 til 23 m/s. Skýggjað og regn av útsynningi. Um náttina veðrur strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s, men út á náttina makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 8 stig.
Týsdagin øtlar hann aftur vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn, seinni ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig.
Á Tollaksmessu verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 3 og 8 stig.