Nógvur vindur í dag, stilt í morgin

Her eru veðurvánirnar fyri vikuskifti frá DMI.

Veðurvánirnar leygardagin:

Mest skýggjað og síðani reg, vátaslettingur ella kavi. Fyrrapartin strúkur í vindi upp í skrið úr útnyrðingi, 13 til 20 metrar um sekundið, við hørðum hvirlum. Hann minkar seinni um vinin til andøvsgul upp í ein strúk av vestri, seinni á nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Skiftandi samdrigið við ælingi, møguliga heglingur ella vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið 1 til 5 stig.

 

Sunnudagin:
Strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 20 metrar um sekundið, sum minkar til lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið, og snarar suðurum. Sólarglottar, okkurt æli, seinnapartin skýggjað við regn av útsynningi. Um kvøldið og náttina lot til andøvsgul av eystri ella vestri, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skýggjað og stundum regn, onkustaðni vátaslettingur. Hitin millum 2 og 5 stig.