Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í nátt, og serliga har, tað hevur verið ábart, hevur tað elvt til smávegis trupulleikar Í Klaksvík fór ein lyktapeli um koll á midnát. Hann elvdi ikki til skaða, men streymurin varð tikin av honum fyri at hann ikki skuldi elva til skaða.
Løgreglan varð eisini boðsend, tí eitt vindeyga varð við at fara. Húsfólkið hevði gloymt at lata tað aftur og í nátt sló vindurin tað so skeivt, at tað fekst ikki aftur. Har varð sløkkiliðið send á staðið at bjarga støðuni. Í Sundalagnum fór vindurin við einum skelt og nøkrum takplátum, men heldur ikki tað elvdi til nakran skaða.
Tað er framvegis rættiligur stormur um alt landið. Á Viðareiðisvegnum er tað upp í 27 metrar um sekundið í hvirlunum og á Gjáarskarði er tað yvir 37 metrar um sekundið í hvirlunum.
Tað eru eisini yvir 30 metrar um sekundið í hvirlunum á Heltnini á Oyndafjarðarvegnum, í Streymnesi, við Norðadalsskarð á Oyggjarvegnum, á Velbastaðhálsi, á Fámjinsvegnum og á Porkerishálsi.
|