Nógvur vindur alla vikuna

Petur Skeel, veðurfrøðingur, væntar, at nógvur vindur verður restina av vikuni

Mikudagin verður upp í ein strúk í vindi av suðri, hósdagin seinnapartin upp í hvassan vind av útsynningi og fríggjadagin upp í storm av útsynningi og vestri. Leygardagin og sunnudagin verður upp í hvassan vind av útsynningi.

 

Hitin verður millum 8 og 13 stig til og við fríggjadagin, men leygardagin og sunnudagin millum 4 og 8 stig.

 

Seinnapartin mikudagin verður regn, seinnapartin hósdagin verður regn, fríggjadagin ælingur, leygardagin regn og sunnudagin ælingur.

 

Mikunáttina fór ein veikur hátrýstryggur yviri á Suðurlandinum eystureftir. Hósnáttina stendur eitt lágtrýst vestanfyri Ísland mest sum í stað, meðan brúgvalagið til Føroya fer eystureftir.

 

 

Hoyr veðurtíðindini við at trýsta á pílin undir myndini.