Nógvur vindur

Nógvur vindur verður kring landið í dag og næstu dagarnar, tó verður framvegis turt og stilt leygardagin.

Veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen sigur frá hvøssum vindi av útnyrðingi niður í stívt andøvsgul í dag, umframt kavaælingi. Hitalagið kemur at liggja um frostmarkið.

 

Í morgin sigur hann betri veður, men hetta heldur sær einans fyrrapartin, áðrenn vindurin aftur herjar á.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla veðurforsøgnina