Nógvur spennandi ítróttur

Klaksvíkskapping, flogbóltsfinalur og nýggi venjarin hjá Neistanum - alt í Íróttarsosialinum í dag.

Í Sosialinum, sum kom á gøtuna seinnapartin, er eisini Ítróttarsosialurin, sum hesaferð er á tremur við tíðindum, myndum og viðmerkingum frá stóra steypafinalutiltakinum hjá flogbóltinum, sum var um vikuskiftið.


Eisini kann lesast um Klaksvíkskappingina, sum var um vikuskiftið, og um fyrsta dystin hjá nýggja venjaranum hjá neistamonnunum, Scott Harrington, sum fekk javnleik í fyrstu royndini hann stóð við stýrisvølin.


Teir fimm skjótu spurningarnar hesaferð fær føroyski landsliðsleikarin í AaB, Gilli Rólantsson. Samanumtøka av vikuni, ið fór, er sum vera man við, og eisini kunnu lesararnir royna sína ítróttarvitan í vikuligu spurnarkappingini.