Nógvur smáur svartkjaftur

Magnus Heinason hevur saman við fýra øðrum skipum gjørt kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar

 

Havstovan skrivar á heimasíðu sínari, at nógv av smáum svartkjafti stendur í føroyskum øki og í ES-økinum sunnan fyri markið. Hetta er 1-3 ára gamal fiskur og miðalvektin liggur millum 75 og 90 g. Tann búni svartkjafturin, ið hevur gýtt longri suðuri, er enn ikki komin norður í føroyskt øki.

 

Serliga nógv av tvey og trý ára gomlum svartkjafti er í føroyskum øki í ár, hetta eru 2013 og 2012 árgangirnir. Hetta er óbúgvin fiskur, sum er millum 20 og 25 cm til longdar.

 

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Russlandi. Hini skipini hava kannað økini longri suðuri. Samlaða nøgdin av svartkjafti, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi í Bergen 20-22 apríl.