Við heimild í løgtingslóg frá 10. mars 1994 kann Fiskiveiðieftirlitið seta í verk bráðfeingis veiðibann fyri troli í 14 dagar, tá ov nógvur smáfiskur er uppi í veiðini hjá trolarum.
Í løtuni eru tvey slík veiðibann galdandi. Annað er á einari leið eystur úr Fugloynn. Tað veiðibannið kom í gildi 9. januar klokkan 15 og varar til 23. januar klokkan 15.
Hitt veiðibannið er á Sandoyarbankanum. Tað varð fráboðað at koma í gildi 16. januar klokkan 23 og verður galdandi fram til 30. januar klokkan 23.
Sum oftast - fyri ikki at siga hvørja ferð - vera slík veiðibann sett í gildi fyri at verja smáupsa móti trolveiði.
Skip, sum eru til fiskiskap, hava skyldu at boða frá, tá ov nógvur smáfiskur er uppi í veiðini, og tá hetta vísir seg at vera ein afturvendandi trupulleiki í einum tíðarskeiði, er vanligt, at Fiskiveiðieftirlitið lýsir veiðibann í 14 dagar.
At nógvur smáupsi er uppi í veiðini, kann tó saktans vera eitt positivt tekin. Tað kann merkja - og vónandi er tað eisini soleiðis í hesum føri - at her er ein stovnur av smáum upsa á veg inn í fiskiskapin.