Í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá, at tey sóu royk úr einum húsum í Fuglafirðu, samstundis sum at tey hoyrdu eldávaringina ýla. Løgreglan fór á staðið og sendi eisini boð eftir sløkkiliðnum, men tað vísti seg, at tað var ikki so álvarsligt, sum tað sá út til. Løgreglan sigur at har var roykur inni, men eingin eldur. Talan var um fólk, sum høvdu sett eina grýtu út á, men høvdu gloymt hana og tað var hetta, sum elvdi til roykin.