Nógvur roykur men eingin eldur

Boð vóru eftir sløkkiliðnum á Skálafjørðinum í gjár, tá nógvur roykur kom úr einum húsi.

Um hálvgum trý tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at nógvur roykur kom úr einum húsi í Runavík. Boð vórðu alt eftir eitt send eftir sløkkiliðnum á Skálafjørðinum.


Tað gekk ikki leingi áðrenn sløkkiliðið var á staðnum, og kundi staðfesta, at talan ikki var um ein eldsbruna. Í staðin var talan um eitt brek í einum oljufýri, ið gjørdi at nógvur roykur kom úr oljufýrinum.


Løgreglan fekk harvið at vita, áðrenn teir sjálvir komu á staðið, at talan ikki var um nakað álvarsamt.