Í morgunferðsluni steðgaði ferðslan upp í Kollafirði eina løtu, tí ein øgiligur roykur var við tunnilsmunnan.
Øll tilbúgvingin fór avstað, men tað vísti seg, at tað ikki var heilt so álvarsamt kortini. Ein bilur var farin at rúka rættiliga illa, tá hann var komin til rundkoyringina í Kollafirði. Komin til tunnilsmunnan var so nógvur roykur, at bilførarin valdi at trilla aftur til víkiplássið skamt frá tunnilsmunnanum.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at allar fráboðarnir verða tiknar í størsta álvara, men at tað tíbetur ikki var talan um nakað fólkaskaða ella ferðsluóhapp sum so.