Nógvur kórsangur á Ovastevnu

Ovastevna verður aftur í ár við nógvum kórsangi. Kórsangur setur av álvara dám á Ovastevnu 2023, har kirkjan í Nólsoy er karmur um fleiri kórkonsertir.

 

Kórkonsertir í kirkjuni leygardagin 12. august:

 

Kl 13.00 Ljómur og Vágakórið

 

Kl 15.00 Tarira

 

Kl 16.00 Fuglafjarðar sangkór

 

kl 17.00 Tórshavnar manskór

 

Kl 18.00 Kórhugnaløta mitt i bygdini, har sungið verður úr 101 sangbókini. Benjamin Gaasedal skipar fyri kórhugnaløtuni.

 

Ovastevna hevur verið síðani 1994, tó árið 2020 undantikið.