Nógvur fótbóltur á Rás2 í dag og í morgin

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen fara at siga frá trimum effodeildsdystum

Frá klokkan 15.10 í dag rullar fótbólturin á Rás2. Tá fara Ólavur Larsen, André Olsen og Tróndur Arge at umrøða heimlig og altjóða fótbóltsviðurskifti.

 

Klokkan 16.10 verður upptakt, har bandaðar samrøður verða at hoyra við hjálparvenjararnar hjá AB og B36, Oddbjørn Joensen og Jákup á Borg. Tá verða eisini prát at hoyra við AB-fjepparan, Andrass Drangastein, og við B36-fjepparan, Baldvin Baldvinsson.

 

Klokkan 17.15 fer Tróndur Arge at siga frá effodeildsdystinum millum AB og B36 úti á Argjum.

 

Leygardagin rullar fótbólturin á Rás2 frá klokkan 13. Fyrst verður fótbóltspanelið endursent. Klokkan 14 verður upptakt. Klokkan 15 sigur Tróndur Arge frá dystinum í Havn millum HB og ÍF, og klokkan 17 sigur Hilmar Jan Hansen frá dystinum millum B68 og EB/Streym.