Í nátt var Tróndur í Gøtu á Fuglafirði við 440 tonsum, Christian í Grótinum landar nú umleið 1.800 tons, og væntandi kemur Finnur Fríði seinnapartin í morgin við umleið 2.500 tonsum. Aftan á hann kemur Jupiter. Teir hava eini 1.200 tons inni.
Grunnabarð, sum fiskar hvítingsbróður, kemur mitt í vikuni við millum 300 og 400 tonsum.









