Nógvir vinnarar á summarfestivalinum

(Ljóðsamrøða) Erik Biskopstø lítur aftur á ein væleydnaðan summarfestival norðuri í Klaksvík

Ein av høvuðsmonnunum aftanfyri summarfestivalin, Erik Biskopstø heldur, at talan gjørdist um ein sera væleydnaðan summarfestival, har veðrið í tí stóra og heila spældi við. Erik Biskopstø heldur, at festivalsøkið er blivið sera væl útgjørt við enn fleiri hentleikum, og afturmeldingarnar frá bæði festivalsgestum og teimum, sum hava framført hava verið góðar.

 

Erik heldur, at bæði tey útlendsku og føroysku nøvnuni stóðu seg væl, og hann fegnast um 2014 útgávuna av summarfestivalinum í Klaksvík. Hann undirstrikar tó, at tað eru altíð nakrir smálutir, sum kunnu betrast. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Erik Biskopstø, sum var í seinnapartssendingini hjá Rás2.