Nógvir veðrar verða flettir

Kring um landið í kjallarum og bilhúsum eru nógvir veðrar flettir seinastu dagarnar.

Kring um landið eru nógvir veðrar flettir seinastu dagarnar, og nú vikuskiftið stundar til, og nógv fáa heystfrí í dag, er væntandi, at nógvir hagar fara at ganga fjøllini.

 

Í gjárkvøldið flettu brøðurnir, Kristian Oskar og Bjarki Henriksen á Sandi, fýra veturgamlar veðrar. Hetta er seyður, sum ikki er fóðraður, síðan hann fór út tíðliga í summar.

 

Besti veðrurin í gjárkvøldið var hesin á myndini, sum vigaði 60 pund. Tveir vigaðu ávikavist 52 og 54 pund, og hin fjórði datt beint niður um 50 pund.

 

Frammanundan hava Kristian Oskar og Bjarki flett fýra aðrar veturgamlar veðrar, og vektin á teimum var á leið hin sama, sum vektin í gjárkvøldið.

 

Teir fyrru fýra gingu í Søltuvík og teir, sum flettir vórðu í gjárkvøldið, hava gingið á Sondum á Sandi.