Christian prinsur saman við foreldrum sínum, Fríðriki, krúnprisi, og Mary, krúnprinsessu Bo Nymann/Photographer Bo Nymann/Ritzau Scanpix

Nógvir ungir føroyingar bodnir í føðingardag hjá Christiani prinsi

Margreta drotning verður vertur fyri 18 ára føðingardagsveitslu fyri Christiani prinsi og bjóðar 58 ungum úr Føroyum við til fína døgurðan.

 

Christian prinsur saman við foreldrum sínum, Fríðriki, krúnprisi, og Mary, krúnprinsessu Bo Nymann/Photographer Bo Nymann/Ritzau Scanpix

Tannáringar um alt kongaríki verða bodnir í 18 ára føðingardagsveitslu hjá Christian prinsi, sum fyllir 18 ár 15. oktober.

Tað skrivar danska kongshúsið í tíðindaskrivi.

Har stendur, at Margreta drotning verður vertur fyri einum gallatafeel á Christiansborg Slotti, har kongshúsið í samstarvið við allar kommunur í kongaríkinum fer at bjóða út við 200 ungum úr ríkisfelagsskapinum til hátíðarhaldið.

Hvør kommuna í Danmark, eins og í Grønlandi og Føroyum, fær møguleikan at velja tvey 18 ára gomul at luttaka í gallatafflinum.

Her verða eisini boðin ung, sum hava gjørt vart við seg innan fyri ítrótt, list og í mentanarlívinum annaras, eins og ung úr ungmannafeløgum.

Christian prinsur fer klokkan 12 tann 15. oktober at trína fram á svalan á Frederik VIII's Palæ á Amalienborg saman við familju síni.

Harumframt er Christian prinsur boðin at luttaka í fundinum í Statsráðnum tann 14. november, har prinsurin fer at geva eina sonevnda hátíðarliga fráboðan um at halda Grundlógina.

Síðani fer Christian at kunna verða útpeikaður sum ríkishøvur, tó ikki fyrr enn eitt trúnuskiftið hevur verið.

/ritzau/

 

 

Christian prinsur saman við foreldrum sínum, Fríðriki, krúnprisi, og Mary, krúnprinsessu Bo Nymann/Photographer Bo Nymann/Ritzau Scanpix