Síðani Vágatunilin kom fyri gott og væl 13 árum síðani, er tað blivið munandi ættari at koma til og frá flogvøllinum úr restini av landinum. Og eftir at fast samband kom vestur í Vágar, hava hýruvognar um alt landið sett eina tænastu á ston, sum í stuttum gongur út upp á, at fólk verða heintað, har tey ynskja, og koyrd á flogvøllin ella umvent.
Í gomlum døgum var vanligt, at fólk brúktu bussarnar, sonevndu flogrutuna, í sambandi við koyring til og frá flogvøllinum, men undirtøkan fyri flogvallarkoyringini hjá hýruvognunum stendur í støðugum vøkstri.
Tær báðar stóru bilstøðirnar í høvuðsstaðnum, Bil og Auto, hava bíleggingar í samband við hvørja einastu fráferð og komu í Vágum, og sum oftast eru tað fleiri bilar, ið verða sendir avstað.