Nógvir spurningar á Løgtingi í dag

Tað eru spurningar, sum seta dám á tingfundin í dag, sum byrjar klokkan 11.

Tað eru spurningar, sum seta dám á tingfundin í dag, sum byrjar klokkan 11.

 

Fyrst skal Løgtingið atkvøða um tveir fyrispurningar frá Bjarna Djurholm til ávikavist løgmannog Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, um almennan holocaustdag.

 

Teir spurningarnir snúgva seg um at skipa ein almennan føroyskan holocaustdag.

 

Les eisini: Holocaust almennur flaggdagur

 

Les eisini: Holocaust í Løgtinginum mikudagin

 

Bjarni Djurholm sigur, at løgmaður í fjør vár boðaði frá, at almennur holocaust-dagur verður settur í gildið í Føroyum. Men enn er einki frætt um hetta, og tað er hesum, Bjarnir Djurholm nú fregnast eftir. Bjarni Djurholm heldur eisini, at hesin dagur eigur at verða lýstur sum alemnnur flaggdagur.

 

Av tí at løgmaður eisini boðaði frá, at Mentamálaráðið skalskipa fyri, at flaggað verður á almenna holocaustdegnum spyr løgtingsmaður samstundis, hví hetta ikki er avgreitt, tá talan bert er um broytingar í flaggkunngerðini.

 

1. november í 2005 samtykti ST eimælt við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27 januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust undir seinna heimsbardaga og fólkadráp síðan. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kundu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur vórðu framd.