Nógvir smáskaðar um alt landið

Løgreglan hevur úr at gera at taka ímóti fráboðanum um skaðar

Tað hevur verið -og er framvegis-nógvur stormur kring landið

Stormurin hevur elvt til nógvar avlýsingar, og, sum vanligt, slapst heldur ikki undan skaðum, hesa ferð.

Men løgreglan sigur, at talan er bara um smáttarí.

- Tað tykist sum um at fólk eru nógv meiri varin, enn tey fóru fyrr og tað er sjáldsamt, at nakað liggur og flýtur úti, sum kann fara á flog og elva til skaða, sigur løgreglan.

 

Men annars hava skaðar verið um alt landið, eisini í Suðuroy, har stormurin hevur leikað harðast á, men skaðar hava somuleiðis verið í Sandoy, Í Havn í Eysturoy o.s.fr.

Hinvegin hevur talan bara verið um smærri skaðar, rútar sum eru brotnir, húsaklædningur, sum er skrædnaður uttan av, húsatekjur og neystatøk sum ríva, bussskýli, sum verða tikin av vindinum o.s.fr.

Men hóast skaðarnir eru smáir, eru teir nógvir í tali, sigur løgreglan, sum hevur út at gera at svara fólki sum ringja at boða frá skaða.