Nógvir pengar í jólahittum

Tey, sum hava skrivað stóru jólahittini, skora kassan jól eftir jól

Onlinetænastan Prezzybox hevur gjørt eina meting av, hvussu inntøkurnar hjá teimum best umtóktu jólasangunum hava verið higartil í ár. Metingin byggir á airplay í útvarpi og sjónvarpi, stroyming, rættindasøla og annað.


Sangurin Fairytale of New York hjá The Pogues, sum varð útgivin fyri sløkum 30 árum síðani, er ár eftir ár millum teir mest spældu, og í ár skal sangurin hava spælt 6 milliónir krónur inn.

Poppsangurin Las Christmas hjá Wham! ljómar eisini óført í desember mánaði, og George Michael, sum skrivaði sangin, hevur forvunnið 4,5 milliónir krónur upp á sangin hesi jólini.

Mariah Carey, sum skrivaði All I Want for Christmas Is You saman við Walter Afanasieff, hevur í ár fingið 3,8 miliónir krónur í inntøku.

Aðrir sangir, sum hava givið stórar inntøkur hesi jólini eru, Do They Know It’s Christmas hjá Band Aid og Merry Christmas Everyone hjá Shakin Stevens.