Nógvir í at velja

Tá landsdystir eru, sita ikki minni enn 12 spælarar á beinkinum.

Reglugerðin hjá FIFA og UEFA til landsdystir varð broytt undan hesi undankappingini. Fyrr hevði hvørt lið fimm, síðani sjey, útskiftarar.

 

Nú sigur reglugerðin, at allur hópurin skal verða venjaranum til taks, so umframt teir 11 spælararnir á vøllinum, sita 12 spælarar á beinkinum.

 

Men framvegis hevur venjarin einans tríggjar útskiftingar til taks.