Nógvir gravsteinar í kirkjugarðinum við Velbastaðvegnum í Havn hava fingið skaða í ódnini, sum hevur herjað um jólini.
Bara við at ganga ígjøgnum kirkjugarðin sæst, at talan er um nógvar steinar, sum eru koppaðir. Summir skulu bara reisast uppaftur, meðan aðrir skulu umvælast.
Niðanfyri síggja fleiri myndir úr kirkjugarðinum.











