Tingfundir eru nú aftur á skránni hjá løgtinginum. Sambært gerðabókini hjá løgtinginum hevur bara ein tingfundur verið í ár, hann var 7. januar. Síðani tá hevur ymiskt nevndararbeiði verið á skránni, og eitt nú hevur vinnunevndin verið á námsferð í Kina.
Men í morgin fáa landsstýrismenn úr at gera. Nógvir munnligir fyrispurningar eru á skránni – um vit skulu brúka teir, sum sendir eru miðlunu sum barometur.
Eitt nú skal Johan Dahl greiða frá, hvat hann visti um fíggjaróskilið á Strandferðsluni. Hann skal eisini boða frá flømta málinum um nevndarvalið í Atlantsflog, og um hann valdi nýggju nevndina soleiðis, at hon skuldi koyra Magna Arge frá sum stjóra.
Bjørn Kalsø skal eisini siga tinginum, um hann heldur, at formaðurin í stýrinum fyri kringvarpið er verdur at sita sum formaður, tá hann einki gjørdi fyri at forða kringvarpstjóranum at frekja lógarbrot í sambandi við nýggjárssendingina.
Nógvir aðrir fyrispurningar verða á skránni, og roknast kann við lívligum orðaskifti á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11.
Í morgin klokkan 11:00 er aftur tingfundur.
Skráin til tingfundin í morgin er hendan:
1. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 29/2013: Uppskot til samtyktar um at eftirmeta og endurskoða yrkisútbúgvingarnar
2. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 34/2013: Uppskot til samtyktar um at orða yvirskipaðan filsmpolitikk og stovna Filmsgrunn
3. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 38/2013: Uppskot til samtyktar um lærupláss og virknisvenjingar hjá almennum arbeiðsgevarum
4. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 54/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 65/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð Málið verður beint í Vinnunevndina
6. Framløga