Nógvir fyrimunir at savna skúlan

Tað er best at leggja skúlar saman, men máti skal vera við

Tað eru nógvir fyrimunir við at leggja skúlar saman.

Tað heldur Kristian Højsted, fyrstilærari á Sandi.

 

Í Skúlablaðnum heldur hann, at verða skúlar lagdir saman, kundu lærarar  arbeitt, har tørvur var á teimum.

Samstundis hevði borið til at fingið tað mest burtur úr teirra førleikum, sigur Kristian Højsted.

 

Í Skúlablaðnum vísir hann á, at í Sandoynni ganga einir 170 næmingar í skúla, 73 í Meginskúlanum, 54 í Sands skúla, einir 30 í Skopun og einir 10 í Skálavík. Børnini úr Húsavík og Dali ganga í Sands skúla. 


 

- Skúlin kundi verið skipaður soleiðis, at næmingar í 1.-3. flokk ganga í einum skúla, miðdeildin í einum øðrum og so tey elstu í Meginskúlanum.

Soleiðis høvdu vit fingið brúkt lærararnar best, tí teir høvdu sloppið at undirvíst í tí, teir duga best.

 

Han sigur, at tá ið hann arbeiddi á Meginskúlanum, manglaði skúlin ein faklærara.

Hann var í oynni, men arbeiddi ikki í Meginskúlanum. Í Sands skúla er eingin telduvørður, men tað er tað í Meginskúlanum, staðfestir fyrstilærarin.

 

- Varð skúlin savnaður, arbeiddu lærararnir, har tørvur var á teimum, og tú hevði fingið mest burtur úr teirra førleikum.

Hann vísir eisini á, at í størri skúlum eru eisini størri sannlíkindi fyri, at børnini ikki kenna seg einsamøll.

 

Á Sandi spæla tey flestu børnini fótbólt, og fá telva ella gera annað. Hevur tú áhugamál, sum fá hava, kennir tú teg einsamallan.

 

Hinvegin heldur hann eisini, at ein vansi við at savna skúlan, er, at so noyðast næmingar úr bygdini  at ganga í skúla.

 

- Men at hava skúla í bygdini bara fyri bygdamenning, meti eg ikki er rætt, leggur hann afturat.

 

Hinvegin heldur hann, at mark skal vera fyri, hvussu stórir skúlarnir skulu vera.

- Tá ið vit tosa um 3-400 næmingar, eru eindirnar ov stórar, heldur Kristian Højsted.