Tað er ein rættiliga stórur partur av føroysku arbeiðarafjøldini sum ikki arbeiðir fulla tíð. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at tað eru serliga kvinnurnar, sum ikki arbeiða fulla tíð. Tá ið tosað verður um tey, sum ikki arbeiða fulla tíð, verður hugsað um tey sum arbeiða minni enn 35 tímar um vikuna.
Sum heild er støðan í Føroyum tann, at tað eru 13,5 prosent av monnunum, sum arbeiða minni enn 35 tímar um vikuna.
Men hjá kvinnum er støðan tann at meiri enn onnurhvør kvinna, ella heili 52,4 prosent, arbeiða minni enn 35 tímar um vikuna.
Hagstovan sigur, at tað er ikki óvæntað at tað eru serliga tey yngstu og tey elstu, ið draga talið uppeftir.
- Hjá monnum ímillum 25 og 60 ár, eru tað 7 til 12 prosent, ið arbeiða parttíð. Hjá kvinnum millum 35 og 55 ár eru tað 44 til 50 prosent, ið arbeiða parttíð.
Hjá kvinnum í aldrinum 25-34 ár eru tað heili 62 prosent, ið arbeiða parttíð, men tað er uttan ivað ávirkað av barnsburði og serligum umstøðum hjá húskjum við smábørnum, heldur Hagstovan.
Hjá teimum yngstu ímillum 15 og 19 ár, og teimum elstu frá 67 til 74 ár, er mynstrið tað sama hjá monnum sum hjá kvinnum.
Og har er støðan tann, at 50-60 av monnunum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, arbeiða parttíð, men hjá kvinnum eru tað heili 90 prosent, sum arbeiða minni enn fulla tíð.
Tað er næsan ongastaðni at so nógv arbeiða parttíð sum í Føroyum. Í hesum sambandi er støðan í Føroyum samanborin við støðuna í yvir 30 øðrum londum í Evropa.
Hjá kvinnum er tað bara í tveimum londum, at størri partur av kvinnum arbeiðir parttíð. Tað er í Sveis og í Niðurlondum. Og hjá monnum er tað bara í einum landi, at fleiri menn arbeiða parttíð enn í Føroyum, og tað er í Niðurlondum.
|