Tá íslendingar í dag fara á val at velja nýtt Alting, kann tað føra til eina stjórn við fýra ella fimm flokkum.
Meinginakanningar vísa, at níggju flokkar fara at verða valdir í Altingið. Um so verður, so er verður tað hægsta tal nakrantíð.
Tað fer eftir øllum at døma eisini at merkja, at Katrín Jakobsdóttir og stjórn hennara ikki kunnu halda fram sum higartil.
Teir nógvu flokkarnir í Altinginum kunnu elva til trupulleikar í Íslandi, sum fyri síðsta val í 2017 vóru á vali fimm ferðir í 10 ár.
Tað sigur Ólavur Hardarson, professari.
– Vit eru ikki von við at hava fýra ella fimm flokkar í eini samgongu. Nóg halda, at slíkar samgongur verða veikar, sigur hann.
Í samgonguni, sum hevur sitið seinastu fýra árini, eru tríggir ymsir flokkar: Tann konservativi Sjálvstæðisflokkurin, miðflokkurin Framsóknarflokkurin og Vinstriflokkurin – Tey Grønu undir leiðslu Katrín Jakobsdóttir.
Eftir valið í dag verða helst 15 møguligir samgongumøguleikar, sambært forsøgn hjá Morgunblaðnum.
– Tað er einki greitt alternativ til sitandi stjórn. Um honfellir, og tey ikki kunnu halda fram, kann tað verða hvør sum helst, ið skipar nýggja samgongu, sigur Eirikur Bergmann, greinari frá lærda háskúlanum Bifröst.
Katrín Jakobsdóttir kann verða trýst av trónuni av fíggjarmálaráðharranum Bjarna Benediktssyni.
Hann er formaður í Sjálvstæðisflokkinum, sum tykist at varðveita støðuna sum landsins størsti flokkur. Bjarni Benediktsson var forsætisráðharri í tíggju mánaðir í 2017.
Umframt flokk hansara kann eisini Framsóknarflokkurin, undir leiðslu Sigurd Inga Jóhannesson, verða ein týðandi brikkur, tá nýggj stjórn skal skipast.
Fyrstu úrslitini væntast stutt eftir, at valstøðini steingja klokkan 23 okkara tíð.
Endaliga úrslitið og tingfólkabýtið væntast greitt í morginári.
/ritzau/AFP











