Nógvir eldri føroyingar leggja ikki árarnar inn

Men tað er stórur munur á kvinnum og monnum – og tað er stórur munur á teimum ymsu økjunum í landinum

Tað eru nógvir føroyingar, sum halda fram at arbeiða, hóast teir eru komnir væl upp í árini. Tað sigur Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður í almannamálum. Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógvir fólkapensjónistar hava eina arbeiðsinntøku. Her verður hugsað um tey, sum eru 69 ár og eldri, altso tey, sum koma undir ta gomlu pensjónslógina, tí tey, sum eru fødd í 1953, ella seinni, koma undir eina nýggja lóg.

 

Ein uppgeð hjá landsstýrismanninum vísir, at fimti hvør pensjónistur yvir 69 ár, hevur framvegis eina inntøku. Tað eru 797 pensónistar í aldrinum 69-72 ár, sum framvegis eru til arbeiðis, 316 pensjónistar í aldrinum 73-75 ár hava lønandi arbeiði og so eru tað eisini 358 pensjónistar yvir 76 ár, sum enn fara til arbeiðis, í hvussu so er av og ár. Tilsamans eru tað sostatt 1.471 pesiónistar yvir 69 ár, sum arbeiða. Landsstýrismaðurin sigur, at her eru alt talt við, bara pensjónistarnir hava eina inntøku afturat pensjónini.

 

Men tað er stórur munur á kynunum, tí tað eru nógv fleiri mannfólk enn konufólk í pensjónsaldri, ið hava lønarinntøku. Í aldrinum 69 til 72 ár eru tað uml. 43 prosent av monnunum og umleið 32 prosent av kvinnunum ið hava arbeiðsinntøku. Av øllum fólkapensjonistum 69 ár og eldri, hava 26 prosent av monnunum og 14 prosent av kvinnunum, framvegis arbeiði. arbeiðsinntøku.

 

Tað er eisini stórur munur á teimum ymsu økjunum í landinum. Í Streymoy, Eysturoy og Norðoyggjum eru tað 20 til 22 prosent av teimum yvir 69 ár, sum framvegis fara til at arbeiðis, Í Sandoy eru tað 16 prosent av teimum yvir 69, sum framvegis fara til arbeiðis, í Vágum er tað 15 prosent og í Suðuroy er tað 13 prosent.

 

Av teimum, sum arbeiða, eru tað 54 prosent, sum arbeiða hjá privatu vinnuni og 46 prosent arbeiða hjá tí almenna.