Nógvir døglingar at síggja á Kaldbaksfirði

Seinastu dagarnar hava døglingar verið at sæð á Kaldbaksfirði, og tað merkist á ferðsluni á landsvegnum

 

Bæði føroyingar og fremmand ferðafólk við kikara og myndatóli hava verið at sæð standandi fram við vegjaðaranum á landsvegnum í Kaldbaksfirði seinastu dagarnar. Orsøkin er, at nakrir døglingar hava verið inni á fjørðinum og hugnað sær.

Við útvarpið í gjár segði Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni, at vit skulu rokna við at síggja meira til stórhval millum oyggjarnar, og tað at vit síggja døglingar nú er ein ábending um tað.

Í øðrum londum verður skipað fyri sonevndum »whale watching« fyri ferðafólki, at siglt verður við báti út at síggja stórhval. Tað er ikki altíð, at hvalur sæst, men fólk rinda fegin nógvar pengar fyri slíkar túrar. Kanska nakað, sum føroyska ferðavinnan fer at taka upp í næstu.

Í øllum førum høvdu hvalirnir á Kaldbaksfirði í gjár stóran áhuga millum ferðafólk, sum í stórum tali sóust fram við Kaldbaksvegnum.

##med2##