Mikudagin verður hvassur vindur upp í skrið av vestri, um kvøldið minkar hann vindin niður í stívt andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum eitt og fýra stig.
Fyrrapartin hósdagin verðiur skrið ella stormur av landsynningi og yvirhøvur turt, men seinnapartin stormur av suðri regn. Hitin millum fýra og sjey stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar, men um kvøldið veksur hann vindin aftur, upp í hvassan vind av suðri. Hitin millum seks og níggju stig.
Leygadagin og sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi og stundum regn. Hitin millum fýra og átta stig.