Nógvar stjørnur til Kina

Fleiri kendir leikarar eru seinastu dagarnar skiftir til kinesiskan fótbólt.

Kinesiskir ríkmenn gera alt fyri at fáa stór nøvn til kinesiskan fótbólt, og í flytingarvindeyganum nú í januar hevur fongurin verið góður. Nú eru tríggir kendir leikarar skiftir úr stórfeløgum til kinesisk feløg.


Gervinho, sum áður hevur spælt í Arsenal og seinast spældi við AS Roma, er keyptur til kinesiska felagið Hebei China Fortune fyri 130 milliónir krónur. 28 ára gamli fílabeinsstrandingurin skeyt 26 mál í 88 dystum.


Eisini ein annar leikari er skiftur úr Seriu A til kinesiskan fótbólt. Tað er kolumbiski landsliðsleikarin hjá Inter Milan, Fredy Guarín, sum framyvir fer at spæla við Shanghai Greenland Shenhua.


Í gjár kom tað somuleiðis fram, at Chelsea-miðvallarin, Ramires, er farin til Jiangsu Suning. Kinesiska felagið legði einki minni enn 245 milliónir á borðið fyri 28 ára gamla brasiliumannin.