Frá klokkan 13 í dag verður stóri pallur á sjómannadegnum í Klaksvík karmur um nógvar og spennandi kappingar innan ymiskt, sum hevur við sjómansskap og sjófólk at gera.
Kappingarnar byrja klokkan 13, tá lagt verður fyri við føroyameistarakapping í trolbøting. Tær næstu kappingarnar eftir hetta snúgva seg um eitt nú kapprógving við flakum og SkipalistaQuizz. Kapprógving við flakum verður við Langukai klokkan 13.30, og tá verður eisini SkipalistaQuizzin.
Klokkan 14.30 verður togtogan millum skipsmanningar, har átta persónar eru á hvørjum liði. Úr Klaksvík verður sagt, at manningin á sjóverjuskipinum Triton hevur meldað tvey lið til togtoganina.
Føroyameistarakapping um at vinda hespur uppá noða verður klokkan 15.45, og hetta er ein kapping, sum er fyri pør. Sjófólk og bundin pløgg hingu neyvt saman í sínari tíð, og soleiðis er hetta eisini ein afturvendandi kapping á sjómannadegnum.
Ein føroyameistarakapping, sum bæði er fyri kvinnur og menn, er at kasta fanglínu, og her verður byrjað klokkan 16.45.
Klokkan 17 fara menn, sum halda seg vera - ella eru sterkir - at kappast í at halda dregg. Tað er ikki nógv ár síðan, at ein av avbjóðarunum var Karstin Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann er byrgur maður, og søgur úr Klaksvík siga, at hann var rættiliga drúgvur í hesi kapping.
Áðrenn vit nevna aðrar kappingar, kunnu upplýsa, at Pipar&Salt vitja á stórapalli klokkan 17.15, og tá fara kendu andlitini, Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale, at undirhalda.
Eftir framførsluna hjá Pipar&Salti, eru nakrar kappingar framvegis eftir.
Klokkan 17.45 verður føroyameistarakapping í sjómanstaki, og klokkan 18.15 verður kappast í agnskering, og klokkan 18.30 verður at enda føroyameistarakapping í egning. Egnikappingin telist millum tær, ið stórur áhugi er fyri. Hon er altíð spennandi og savnar nógv fólk.
Úr Klaksvík verður sagt, at tá egnikappingin er liðug umleið klokkan 19, fer Klaksvíkar Dansifelag at skipa eina vísu á bryggjuni, og tá vísan er kvøðin, skipa Hans Hjalti Skaale og fleiri fyri felagssangi við sjómansvísum á stórapalli.