Nógvar palindrom-vígslur hjá borgarstjóranum í dag

– Borgarstjórin hevur havt úr at gera seinnapartin. Umframt vanligu skyldurnar høvdu ikki færri enn fimm pør biðið um at verða vígd hjá borgarstjóranum í dag, fýra føroysk og eitt kroatiskt par.

 

Soleiðis skrivar Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, á Facebook.

– Onnur myndin vísir eitt føroyskt par koma út av Ráðhúsinum, og starvsfelagarnir hjá brúðgóminum á Matrikkulstovuni (Umhvørvisstovuni) tóku ímóti.

– Hitt parið er úr Kroatia – Jacov ætlaði at fríggja til Lorenu í Føroyum, men korona kom í vegin, og tí gjørdu tey ístaðin av at koma til Føroya at giftast. Øll familjan fylgdi við vígsluni á Teams. skrivar borgarstjórin.

 

####med2

 

Dagurin í dag, 22. februar 2022, kann skrivast sum eitt palindrom. Tað merkir, eitt orð ella tal, sum kann lesast úr báðum endum: 22022022.

 

Kanska tað er orsøkin til stóra áhugan at giftast júst í dag.

Kelda: www.torshavn.fo/tidindi/nogvar-vigslur-22-02-2022/