Nógvar myndir av ólavsøku

In.fo hevur fólk á gøtuni alla ólavsøkuna, og her á síðuni kanst tú síggja nógvar myndir frá ólavsøkuhaldinum

Í gjár og í dag eru Havnin og ólavsøkan í miðdeplinum, og nógv er á skránni til gaman og álvara.

In.fo er eisini við í ólavsøkuhaldinum, og vit hava fólk á gøtuni hesar báðar dagarnar. Álvur Haraldsen, Sigmar Mørkøre og Óli Jákup Jacobsen tóku í gjár hundraðtals myndir frá kappingum, tiltøkum og øðrum á ólavsøku.

Í myndasavninum er á In.fo ber til blaða ígjøgnum tær mongu myndirnar – og í dag verða nógvar myndir lagdar afturat.