Klokkan 13 í dag fór ein almenn ráðstevna um krabbamein í undirlívinum av bakkastokki í samabandið við, at 10 ár eru liðin síðani undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum varð settur á stovn.
Les eisini: Tað hendir okkurt tá, ið tú stendur á eggini
Ein av fyrilestrarhaldarunum er Pernille Jensen, sum er knýtt at Odense Universitetshospital, har hon granskar í undirlívskrabba.
- Føroyar hava eina avtalu við Danmark um at kvinnur við krabba í undirlívinum kunnu fáa viðgerð her, sigur hon, og vísir á at talið er væl hægri enn ein kanska gevur sær far um.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Pernille Jensen.