Nógvar ítróttarfrásagnir á Rás2 i dag

Frásøgnir verða frá tveimum hondbóltsdystum og tveimum fótbóltsdystum

Rás2 ger aftur nógv burtur úr heimliga ítróttinum í dag.

 

Klokkan 14 fer Hilmar Jan Hansen at siga frá dystinum millum B36 og NSÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn. Klokkan 14.30 byrjar kvinnudysturin í hondbólti millum VÍF og Neistan. Ríkin N. Djurhuus fer at siga frá tí dystinum, og verður tá skift millum B36-NSÍ og VÍF-Neistan.

 

Klokkan 16 byrjar mansdysturin í hondbólti millum VÍF og Neistan. Ríkin N. Djurhuus fer at siga frá tí dystinum. Klokkan 16.15 byrjar effodysturin á Argjum millum AB og Víking. Tróndur Arge fer at siga frá tí dystinum, og verður tá skift millum VÍF-Neistan og AB-Víkingur.

 

Pressutalsmaðurin hjá KÍ, Agnar Frederiksen fer at kunna um gongdina í dystinum millum KÍ og HB í effodeildini. Klokkan 18.25 til 19 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni. Besta sms´ið, ið verður sent til 559999 vinnur tvey atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Grikkaland á Tórsvølli, leygardagin 13. juni.

 

Klokkan 19 sendir Rás2 beinleiðis frá tíðindafundinum í FSF-húsinum, har landsliðsvenjarin, Lars Olsen fer at boða frá hvørjir spælarar eru úttiknir til A-landsliðshópin, sum skal spæla ímóti Rumenia í Bukarest, sunnudagin 29. mars.