Nógvir føroyskir svimjarar luttaka í kappingini Reykjavík International Games 2016, ið sum navnið vísir á, verður hildin í Rekjavík. Teir av hesum svimjarum, sum hava vunnið heiðursmerki í finaluparti í kappingini dag, eru eisini nógvir í tali. Tað skrivar svimjing.com.
Úr rúgvuni kann millum annað nevnast, at Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelagi setti nýtt føroyskt met í 200 metrar blandað fyri kvinnur. Sára svam teinin við tíðini 2:20:41, og hendan tíðin rakk eisini til eitt gullheiðursmerki í hesum umfarinum.
Higartil hava føroysku svimjararnir tilsamans vunnið trý gull-, fimm silvur- og tvey bromsuheiðursmerki í íslendsku svimjikappingini. Harafturat hevur Frans Johannesen, ið hevur føroysk foreldur, men er uppvaksin og býr í Danmark, vunnið trý gullheiðursmerki. Frans er skrásettur sum danskur svimjari.
Til ber at lesa meira um nógvu føroysku medaljurnar HER.










