Nógvar flytingar í evstu løtu

Serliga Premier League-feløg brúktu nógvan pening stutt áðrenn flytingargluggin lat aftur.

Stoke legði 185 milliónir krónur á borðið fyri Giannelli Imbula

Flytingargluggarnir í flest øllum fótbóltsdeildum eru nú latnir aftur, og sum vanligt er, so fóru fleiri flytingar fram í evstu løtu. in.fo fylgdi sum vera man við hvussu leikur fór seinastu tímarnar, og niðanfyri sæst ein samanumtøka frá kvøldinum:


23:00: Klokkan hevur sligið midnátt í flest øllum londum rundan um okkum, og harvið eru eisini flestu flytingargluggarnir nú latnir aftur. Tó er møguleiki fyri, at onkur spælaraflyting kemur undan kavi eftir midnátt.


22:50: Mitt í øllum rokinum um leikaraflytingar hevur hollendski verjuleikarin, John Heitinga, boðað frá, at hann - hóast bara 32 ára gamal - gevst við at spæla fótbólt. Hann náddi at spæla 87 landsdystir og umboðaði Atlético Madrid, Everton, Fulham og Hertha Berlin, áðrenn hann herfyri vendi heimaftur til barndómsfelagið, Ajax, har hann tó ikki slapp upp í part og nú hevur givið skarvin yvir.


22:40: Stoke hevur í kvøld tryggjað sær Giannelli Imbula, sum er keyptur í FC Porto fyri heili 185 milliónir krónur. 23 ára gamli miðvallarin, sum er úr Fraklandi, er dýrasta keyp í søguni hjá Stoke.


22:30: 23 ára gamli franski áleyparin hjá Arsenal, Yaya Sanogo, náddi illa nokk at koma heimaftur eftir leigusáttmála við Ajax, nú hann aftur er vorðin útleigaður. Hesaferð til Championship-felagið Charlton, har hann eitt nú skal kappast við danska Simon Makienok um spælitíð.


22:15: Stóra málið Leicester var at útvega sær ein áleypara afturat í hesum flytingarglugganum, men hóast teir hava dyrgt eftir Loic Remy hjá Chelsea og Mame Diouf hjá Stoke, so hevur tað miseydnast. Rob Dorsett hjá Sky staðfestir, at eingin áleypari kemur inn.


22:08: Swansea hevur styrkt sær um álopspartin við at leiga Leroy Fer frá QPR. Leigusáttmálin hjá 26 ára gamla hollendinginum er galdandi restina av kappingarárinum.


21:55: Manchester United boðar frá, at ungi áleypari teirra, Nick Powell, er útleigaður til Hull restina av kappingarárinum. Tá ið kappingarárið er komið at enda, er sáttmáli hansara við United somuleiðis komin at enda, og nógv bendir á, at 21 ára gamli leikarin tá má finna sær eitt nýtt felag.


20:55: Everton hevur keypt Oumar Niasse úr Lokomotiv Moskva fyri 133 milliónir krónur. 25 ára gamli áleyparin úr Senegal er triðdýrasta keypið í søguni hjá Everton.


20:40: Sum Sky visti at siga fyrr í kvøld, so hevur Bordeaux nú leigað høgra bakkin hjá Arsenal, Mathieu Debuchy. Leigusáttmálin hjá 30 ára gamla fransmanninum, sum hetta kappingarárið einans hevur spælt sjey dystir fyri Arsenal, er galdandi fyri restina av kappingarárinum.


20:15: Valencia boðar frá, at sáttmáli er undirskrivaður við 25 ára gamla russiska landsliðsleikaran,Denis Cheryshev, sum er leigaður í Real Madrid.


18:55: The Telegraph skrivar, at Radamel Falcao er sæddur í Madrid, har tað verður hildið, at hann er í tingingum um at skifta aftur til Atlético Madrid, har hann var ein lyklaleikari frá 2011 til 2013. Falcao er í løtuni útleigaður frá AS Monaco til Chelsea.


18:21: Sambært Sky, so er verjuleikarin hjá Arsenal, Mathieu Debuchy, ávegis til Bordeaux. Talan skal vera um ein leigusáttmála, sum gevur honum betri útlit fyri spælitíð og harafturat betri møguleika at spæla seg í franska EM-hópin.


18:14: Bayern München hevur trupulleikar í verjuni, har Jerome Boateng er langtíðarskaddur, og tí hevur felagið í dag tryggjað sær ein nýggjan verjuleikara. Talen er um Serdar Tasci, sum er leigaður í Spartak Moskva. Hann er 28 ára gamal og hevur áður spælt 181 dystir fyri Stuttgart.


18:05: Liverpool-venjarin, Jürgen Klopp, sigur við goal.com, at felagið ikki fær nakran spælara afturat í hesum flytingarglugganum – eiheldur Alex Teixeira, sum annars hevur verið settur í samband við Liverpool.


17.58: Hóast Aston Villa er aftast í Premier League, so er ikki líkt til, at liðið fær nakran styrk. Venjarin, Remi Garde, sigur við heimasíðu felagsins, at hann er vónbrotin, men at hetta skyldast tað lítið lokkandi aftasta plássið og at felagið ikki hevur ráð til at brúka nógvar pengar.

Stoke legði 185 milliónir krónur á borðið fyri Giannelli Imbula

Stoke legði 185 milliónir krónur á borðið fyri Giannelli Imbula

Stoke legði 185 milliónir krónur á borðið fyri Giannelli Imbula

Stoke legði 185 milliónir krónur á borðið fyri Giannelli Imbula

Stoke legði 185 milliónir krónur á borðið fyri Giannelli Imbula