Nógvar broytingar

Landsliðsvenjingin í dag gevur ábendingar um fimm nýggjar mans á liðnum

Rógvi Baldvinsson, René S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Róaldur Jakobsen og Viljormur Davidsen eru møguliga allir nýggir í uppstillingini móti Ungarn hóskvøldið.

 

Les eisini: Kúvending í Ungarn

 

Í dag var venjing á søguliga Ferenc Puskás leikvøllinum í Budapest. Hetta var fyrsta venjingin hjá A-landsliðnum til hendan dystin. Stórur spenningur er um, hvussu Lars Olsen blandar kortini hesa ferð, tá tríggir so týðandi spælarar sum Brandur H. Olsen, Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen ikki eru tøkir.

 

Fyrsta venjingin gav ábendingar um, at helst verða fleiri broytingar enn tær tríggjar, sum Lars Olsen er tvingaður at gera.

 

Les eisini:Kend andlit í ungarska sjónvarpinum

 

Viljormur Davidsen kemur helst inn á vinstra bakkin. Sølvi Vatnhamar verður fluttur inn á miðvøllin frá høgra vongi. Í hansara stað kemur René S. Joensen, meðan tað sær út til, at Kaj Leo í Bartalsstovu er upp á tal sum startari á vinstra vongi. Hini bæði plássini á miðvøllinum tykjast fella til Rógva Baldvinsson og Róald Jakobsen.

 

Føroyska liðið venur aftur í annaðkvøld.

 

Føroyar(4-2-3-1)

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Rógvi Baldvinsson, Sølvi Vatnhamar – René S. Joensen, Róaldur Jakobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu – Jóan Símun Edmundsson