Veðurstovan skrivar, at í nátt veksur vindurin upp í skrið ella storm av útsynningi, 18 til 23 m/s. Fyrrapartin í morgin veksandi upp í hvassan storm, 25 til 28 m/s, mesti vindurin er í sunnara parti av landinum.
Seint á fyrrapartinum gongur hann upp í vestan, og tá veksur vindurin upp í kolandi storm, 29 til 33 m/s, við hvirlum upp í ódn, yvir 35 m/s, mesti vindurin enn í sunnara parti av landinum.
Skýggjað og regn ella ælaveður. Seinnapartin minkar vindurin spakuliga niður í skrið ella storm av útnyrðingi og vesturi, 18 til 23 m/s.
Skiftandi skýloft og ælaveður, sum kann vera við vátakava ella kava. Hitin 3 til 8 stig.
Trýst á myndina niðanfyri fyri at síggja avlýsingarnar hjá Strandferðsluni.