Myndina eigur Birgir W. Høgnesen, men hon er ikki tikin í kavanum hesaferð. Løgreglan sigur, at tað er ikki óhugsandi, at avbjóðingar verða fleiri staðni kring landið, um meira kavi kemur niður.

Nógvar avbjóðingar í ferðsluni í løtuni

- Tað er eingin orsøk at fara út at koyra, um tað ikki er neyðugt, sigur løgreglan, nú vegurin um Gøtueiði er stongdur, og avbjóðingar eru á Sandavágshálsi.

 

Myndina eigur Birgir W. Høgnesen, men hon er ikki tikin í kavanum hesaferð. Løgreglan sigur, at tað er ikki óhugsandi, at avbjóðingar verða fleiri staðni kring landið, um meira kavi kemur niður.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn boðar nú frá, at tað eru avbjóðingar í ferðsluni ymsastaðni kring landið, og tað er ikki óvist, at avbjóðingarnar kunnu gerast enn fleiri, um tað heldur fram at kava.

 

- Vegurin um Gøtueiðið er stongdur í løtuni, tí her standa persónbilar og fleiri trailarar fastir. Helst verður neyðugt at sleipa onkrar bilar burtur, so Landsverk sleppur at gera sítt arbeiði við kavagrevstri.

 

Vaktleiðarin sigur, at stórar avbjóðingar eisini á Sandavágshálsi, har fleiri bilar eisini standa fastir. 

 

- Tað er ikki óhugsandi, at vit fara at fáa fleiri avbjóðingar í ferðsluni á ávísum støðum, um tað heldur fram við at kava, eitt nú á Vestmannavegnum, á Heltnini í Oyndarfirði og møguliga aðrastaðni við.

 

Løgreglan sigur, at ráðini eru ikki at fara út at koyra óneyðugt, soleiðis sum líkindini eru í løtuni. Landsverk er í gongd fleiri staðni, men Landsverk kann ikki megna allar uppgávur samstundis.

 

- Fara fólk út at koyra kortini, er neyðugt at vísa størsta varsemi og taka neyðugt atlit - og ikki minst at geva tol í ferðsluni, nú koyrilíkindini eru so avbjóðandi á fleiri vegastrekkjum, verður lagt aftrat.

 

Dagføring:

 

Tíðliga í kvøld varð vegurin um Gøtueiði opin aftur, men sagt verður, at neyðugt er við størsta varsemi, um fólk ætla sær um hesar leiðir í bili. Sama er aðrastaðni kring landið, tá koyrt verður uppi í hæddunum.

 

 

 

 

 

 

 

Myndina eigur Birgir W. Høgnesen, men hon er ikki tikin í kavanum hesaferð. Løgreglan sigur, at tað er ikki óhugsandi, at avbjóðingar verða fleiri staðni kring landið, um meira kavi kemur niður.