Nógvar atkvøður leysar eftir Heðin Mortensen

Um Heðin Mortensen ikki stillar uppaftur til býráðsvalið 12. november, so ganga túsundatals atkvøður leysar

Eingin hevur megnað tað, sum Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at fáa yvir 2.200 atkvøður fýra ferðir á rað

 

Tí verður tað ein avbjóðing hjá Javnaðarflokkinum í Havn, nú alt bendir á, at Heðin Mortensen ikki stillar uppaftur til býráðsvalið.

Við in.fo í morgun segði hann, at hann umhugsar støðuna. Samstundis sigur dóttir hansara, Elin Heðinsdóttir Joensen, at hon er spurd um at stilla upp, og at hon tekur av. Hon leggur tó afturat, at bæði hon og pápin umhugsa støðuna, tí tey stilla ikki bæði upp.

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur í kvøld 2. og møguliga 3. uppstillingarfund, so kanska greiða verður á málinum seinni í kvøld.

Lesið eisini: Ábending um at Heðin ikki stillar upp til býráðsvalið

Eingin hevur nakrantíð fingið so nógvar atkvøður sum Heðin Mortensen til eitt kommunuval í Føroyum. 

Tey seinastu fýra býráðsvalini hevur hann fingið oman fyri 2.000 atkvøður:

Í 2020 fekk Heðin Mortensen 2.284 persónligar atkvøður

Í 2016 fekk Heðin Mortensen 2.506 persónligar atkvøður

Í 2012 fekk Heðin Mortensen 2.638 persónligar atkvøður

Í 2008 fekk Heðin Mortensen 2.200 persónligar atkvøður

Tað merkir, at Heðin Mortensen hevur drigið 2-3 aðrar býráðslimir við sær í býráðið við sínum høga atkvøðutali. Taka vit seinasta val sum dømi, so er tað bara Tjóðveldi av hinum flokkunum, sum tilsamans fekk eitt sindur fleiri atkvøður, enn persónliga atkvøðutalið hjá Heðini Mortensen. 

Heðin Mortensen varð fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð fyri uttanflokkalistan hjá Petur í Gong 8. desember í 1972. Hann fekk tá 71 atkvøður og var nummar trý á listanum eftir Børge Persson, sum fekk 82 atkvøður og Petur í Gong, sum fekk 475 atkvøður.

Heðin Mortensen er 78 ára gamal, og hevur á nýggjárinum sitið í Tórshavnar býráð í 52 ár út í eitt. Tað er nógv meira enn nakar annar. 

Tá hevur hann eisini sitið sum borgarstjóri í 16 ár, sum eisini er met.

Hann er valdur fýra ferðir í býráðið fyri uttanflokkalistan, í 1972, 1976, 1980 og í 1984. 

Í 1988 skifti hann til Sambandsflokkin, og varð valdur fimm ferðir í býráðið fyri Sambandsflokkin, í 1988, 1992, 1996, 2000 og í 2004. Tá skifti hann til Javnaðarflokkin, og er hann valdur fýra ferðir fyri Javnaðarflokkin, í 2008, 2012, 2016 og í 2020.

Hann er soleiðis valdur í Tórshavnar býráð 13 ferðir. Tað er nógv meira enn nakar annar áður.

Hesir býráðslimir í Havn hava sitið 20 ár ella longri í býráðnum:

•    Heðin Mortensen, Uttanflokkalistin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin: 52 ár

•    Petur í Gongd, Uttanflokkalistin: 34 ár

•    Trúgvi Samuelsen, Sambandsflokkurin: 28 ár

•    Jan Christiansen, Fólkaflokkurin: 28 ár

•    Johan Pauli Henriksen, Javnaðarflokkurin: 24 ár

•    Kjartan Mohr, Framburðsflokkurin: 24 ár

•    Ingi Mohr, Uttanflokkalistin, Fólkaflokkurin: 24 ár

•    Elin Lindenskov, Javnaðarflokkurin: 24 ár

•    H. C. W. Tórgarð, egnan lista: 21 ár

•    Jens M. Poulsen, Sambandsflokkurin: 20 ár

•    Petur Christiansen, Fólkaflokkurin: 20 ár

•    Leivur Johannsen, Javnaðarflokkurin: 20 ár

•    Leivur Hansen, Tjóðveldi: 20 ár

 

Úrslit frá seinasta býráðsvali í Tórshavnar kommunu:

 

##med2##

 

##med3##