Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn, fegnast um nógva virksemi á flogvøllinum hesar dagarnar.
- Vanliga hava vit tvær komur og fráferðir mikudag og hósdag. Hesar dagarnar vænti eg, vit fara upp um 40 komur og sjálvandi sama tal av fráferðum.
- Tað góða við hesum er, at hetta eru nærum bara útlendingar. Vanliga siga vit, at 70 av 100 í farstøðini eru føroyingar, men í hesum døgum eru føroyingarnir torførir at fáa eyga á, sigur Jákup Sverri Kass.
Umframt tær 40 komurnar, vera nógv flogfør í loftrúminum yvir okkum, meðan sólarmyrkinging verður.
- Eini 25 til 30 flogfør verða í loftrúminum yvir okkum, men tíverri lenda hesi ikki her og tí geva tey einki í landskassan, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn at enda.









