Nógv vilja verða stjóri fyri Almannaverkið

Nógv hava søkt starvið sum stjóri fyri Almannaverkið

 

Tað er rættiliga stórur áhugi fyri at verða stjóri fyri Almannaverkið.

 

Nakað fyri jól varð søkt eftir nýggjum stjóra fyri Petru Johnsdóttir Joensen, sum fór úr starvið síðsta summar.

 

Og tá ið umsóknarfreistin var úti fríggjadagin á miðdegi, vóru 16 umsóknir komnar Almannamálaráðnum í hendi.

 

Úr Almannamálaráðnum verður upplýst, at talan er bara um føroyingar og at talan er um eina blanding av bæði kvinnum og monnum, sum hava søkt starvið sum stjóri fyri Føroya størsta arbeiðspláss, sum tey kallaðu Almannaverkið, tá ið tey søktu eftir stjóra.

 

Umsóknirnar skulu nú viðgerðast og tí er ikki greitt enn, nær nýggi stórin verður settur.

 

Almannaverkið er ein samanlegging av Almannastovuni og Nærverkinum og hevur eini 1.700 fólk í starvi kring landið.

 

- Almannaverkið er ein av hornasteinunum í føroysku vælferðarskipanini, og tørvur er á einum dugnaligum og ábyrgdarfullum stjóra við fakligari barlast á høgum støði og røttu persónligu eginleikunum, varð sagt í lýsingini eftir stjóra.

 

Eitt av aðalmálunum hjá nýggja stjóranum verður at seta menning og endurmenning á breddan innan økini børn, vaksin og eldri, soleiðis at borgarar við einum niðursettum førleika fáa eitt virkið lív við sínum breki.

 

- Ovasti leiðarin fyri Almannaverkið skal tí vera álítandi, ganga á odda og vísa opið samskifti bæði úteftir og inneftir, megna at seta í verk fyriskipanir, umframt hava evnini at handfara fjøltáttað virkisøki, eisini tá tilfeingið er avmarkað.

 

Men tað hevur eisini stóran týdning, at nýggi stjórin hevur hug og evni at verða andlitið úteftir, umframt hegnið at savna leiðarar og starvsfólk um arbeiðsuppgávurnar hjá Almannaverkinum.

 

Men hesa næstu tíðina verður eitt av stóru arbeiðsøkjunum hjá nýggja stjóranum at vera við í arbeiðnum at leggja eldraøkið undir kommunurnar.