Gongdin í fólkatalinum í Sjóvar kommunu hevur verið skiftandi, og tað eru longu mong ár síðan, at fólkatalið fyrstu ferð fór upp um 1000. Einar tríggjar ferðir síðan seint í áttatiárunum hava fleiri enn túsund fólk búð í kommununi. Tá fíggjarkreppan rakti í 2007/2008 og árini eftir, minkaði fólkatalið niður í 922.
- Men, nú seinastu tíggju árini eru vit aftur ment í tali - úr stívliga 900 og upp í umleið 1150 fólk, sum vit eru í dag, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Hann vísir á, at nógv fóru niður at lesa, tá fíggjarkreppan rakti, og soleiðis brúktu tey tíðina til okkurt skilagott.
- Seinnu árini hava vit sæð, at fólk eru komin heimaftur, og nú eru tað gjarna familjur við børnum, vit síggja, leggur borgarstjórin aftrat.
Tá arbeiðið upp á Eysturoyartunnilin byrjaði, og fólk sóu, at farleiðin millum Sjóvar kommunu og høvuðsstaðarøkið fór at styttast niður í ein brotpart av tí, hon var, vaks eisini eftirspurningurin eftir bústøðum í kommununi.
- Nógv fólk eru komin heimaftur, og vit hava eisini fingið fleiri “nýstrandingar”, sum hava sett búgv her. Fólk hava keypt sær hús, tá hús hava verið til sølu, og onkur hevur bygt nýtt. Tað eru vit sera fegin um, sigur borgarstjórin.
Fleiri hús eru komin upp í útstykkingini, sum kommunan gjørdi í 2007, og síðan hevur kommunan havt tær aðrar nýggjar útstykkingar, eina á Fríðufløtum við 11 grundstykkjum og eina við Hálsatjørn við 42 grundstykkjum - og við sera góðum útsýni í fleiri ættir.
- Øll grundstykkini í nýggju útstykkingunum eru seld, og fleiri hús eru komin upp og koma upp í næstum, sigur Artur Johansen, sum vísir á, at útstykkingarnar á Fríðufløtum og við Hálsatjørn vórðu bodnar út undir einum.
##med2##
Í útstykkingini við Hálsatjørn eigur Sjóvar kommuna eisini tvey stór grundstykki á 2700 fermetrar, sum kommunan fer at bjóða út til alternativa bygging. Her verður tann verkætlanin vald, sum hóskar best í umhvørvinum.
- Vit hava keypt okkum ráðgeving fyri at tryggja okkum, hvussu stykkini kunnu bjóðast út, og hvussu vit best syrgja fyri, at alt fer rætt fram, soleiðis at møguligir arbeiðstakarar kenna treytirnar frammanundan.
Hesi bæði stykkini verða boðin út antin seint í hesum árinum - ella tíðliga í komandi ári. Artur Johansen vísir á, at byggisamtyktin, sum er gjørd fyri alt økið við Hálsatjørn, tryggjar, at øll, sum byggja her, fáa nakað av útsýni.
- Neyðugt verður við einari serstakari byggisamtykt fyri tey bæði stóru stykkini, men heldur ikki her verður loyvd hægri bygging enn verandi sethúsahædd, leggur borgarstjórin aftrat.
Tað eru nøkur ár síðan, at Bústaðir bygdu sjey íbúðir í Dávagerði á Strondum, og í løtuni eru eisini aðrar íbúðarverkætlanir í stoypiskeiðini í kommununi. Beint innan fyri Effo-støðina arbeiðir ein privatur saman við arkitektafelag við einari verkætlan um seks eigaraíbúðir. Her er grivið út, og byggiloyvi er givið, men grundstykkið er ikki endaliga planerað.
- Sjóvar kommuna eigur eisini eitt øki í Skúlagerði sunnan fyri kommunuskrivstovuna, og tað er ikki óhugsandi, at partur av hesum eisini kann bjóðast út til íbúðir ella raðhúsabygging, sigur Artur Johansen, borgarstjóri.