Nógv vendir øðrvísi enn tað gjørdi

HB er væl betur fyri nú, enn favorittarnir vóru, tá ið EB/Streymur vann stig í Gundadali

Tað eru tvey lið, ið kappast um pláss í europeiskum fótbólti næsta summar, sum seinnapartin hittast við Margáir. HB er á triðja plássi við 34 stigum, og EB/Streymur er á fimta plássi við 24 stigum. Hesi bæði hava dystast einaferð fyrr í ár. Tað var 10. apríl í Gundadali, tá ið úrslitið var 2-2. Inntil tað restaði eitt korter var EB/Streymur á odda 2-0, og HB javnaði til 2-2 í 88. minutti.

 

Nógv sær øðrvísi út hjá HB nú, enn tað gjørdi fyri stórum fýra mánaðum síðani. Síðani venjaraskifti hevur HB bara tapt ein dyst – á heimavølli ímóti KÍ – og í dag fer HB norður til Margáir við tí ætlan at vinna fulla úrtøku.

 

Hjá EB/Streymi hevur tað verið eitt sindur upp og niður seinastu ferðirnar. Tap á útivølli ímóti 07 Vestur var vónbrot, meðan tað var søtur sigur at vinna á útivølli ímóti NSÍ.

 

Hjá EB/Streymi er Dánjal Godtfred tøkur aftur eftir leikbann, og Niklas T. Kruse er farin av landinum. Ivasamt er tað, um Andras Ó. Olsen og Bogi Reinert-Petersen eru nóg væl fyri at spæla.

 

Hjá HB er Heri H. Mohr tøkur aftur eftir skaða. Hilmar Leon Jakobsen, Gustav Kjeldsen, Jákup L. Thomsen og Tróndur Jensen eru skaddir.